Hvussu kann eg kenna Guds leiðslu?
Lagt út hevur Derhard Olsen - 11. oktober 2008

Um eg trúgvi, at Gud hevur skapað heimin og alt, sum er í honum. Um eg trúgvi, at Gud hevur skapað meg og syrgir fyri, at eg livi og hava alt, sum eg havi brúk fyri, til at liva. Og um eg trúgvi, at Gud kennir mína hugsan og veit, hvussu nógvar dagar, eg komi at liva á hesi jørð. Hvussu kann eg so kenna Guds vilja í mínum lívi? Hvussu kann eg kenna Guds leiðslu?
Eg trúgvi, at Gud hevur skapað okkum øll og hevur onkra heilt ávísa ætlan við hvørjum einstøkum menniskja. Men í kærleika hevur hann eisini givið hvørjum einstøkum menniskja møguleikan frítt at velja Guds vilja ella at vraka hann. Men persónliga vil eg gera Guds vilja, men hvat er hann so? Hvat er Guds vilji? Hvat er serliga ætlanin hjá Gudi við mínum lívi?
Fyri tað fyrsta vil Gud hava, at eg trúgvi á Krist. Hetta hevur alt at siga, tí at við trúnni á hann eri eg Guds barn. Men hvat so? Hvat er so Guds vilji við mær víðari í hesum jarðiska lívinum? Tað vísir seg bara at vera tvey ting, eg kann gera, fyri at finna útav tí: Lesa Bíbliuna og biðja til Guds. Har er hansara vilji opinberaður. Eitt triðja kann eisini hjálpa, men tað kemur í triðju røð: Spyrja míni nærmastu, hvat ið tey halda Guds vilji man vera við mær.
Bólkur: Trúgv