Sitemap 

Menniskja er samansett

Lagt út hevur Fróði Madsen - 3. desember 2008

Um tú bleiv spurgdur av einum, at lýsa tín besta vin, hvat hevði tú sagt? Tú hevði uttan iva kunna komi við nøkrum orðum so sum: fittur, álítandi, pligtuppfyllandi o.s.fr.Orðini í sær sjálvum siga heldur ikki so nógv, tí tey kunnu aftur lýsast á ymiskan hætt. Vit mennsikju hava lindi til at reducera alt til lítlar støddir. Hvussu ofta hoyra vit ikki mennsikju siga, at hann ella hon er soleiðis og soleiðis? Eg dugi væl at síggja, at testir av alskins slag kunnu nýtast sum reiðsskap til at blíva klókari uppá ting og viðurskifti. Men tá tað er sagt haldi eg, at vit fakfólk skulu verða sera ansin við at skerja menniskju til eitt heiti. Orsøkin er einføld: Menniskju eru sera samansett. Menniskjan er sera kompleks og passar ikki niður í nakran pott. At koyra menniskju í pottar er at halda tað fyri spott. Menniskju eru ikki bert smáar eindir. Hvussu ofta royna vit menniskju ikki at minka um mannavirði við at koyra tað í ein pott? Ofta gera vit hetta uppá ein hálvan tíma. Menniskjan er ikki antin ella, men heldur bæði tvey. Verð tí ikki naivur og lat teg ikki lumpa við at koyra nakran niður í ein pott.

Bólkur: Gerandisdagur
 
Skriva viðmerking
Navn:
 
E-post:
(ikki kravt)
URL:
(ikki kravt)
Viðmerking:
 


 
Útskriva síðuna Send grein Set í favoritar Síðu Rss feed
Bólkar
Sig tína meining um heimasíðuna.  | Fráboða ein feil !

@ 2008, www.kirkja.org.