Róm 14,13Latum okkum tí ikki longur døma hvør annan, men dømið heldur soleiðis, at tit ikki leggja ástoytingarstein ella meinboga fyri bróður tykkara.
14Eg veit tað og eri fullvísur í tí í Harranum Jesusi, at einki er óreint í sjálvum sær; uttan bert fyri tí, sum heldur okkurt óreint; fyri honum er tað óreint.
15Tí at fær bróðir tín harm fyri mats tíns skuld, tá gongur tú ikki longur á kærleikans vegi. Før ikki við mati tínum tann til undirgangs, sum Kristus doyði fyri.
16Latið tí ikki hitt góða, sum tit eiga, verða til spott.
17Tí at Guds ríki er ikki eting og drekking, men rættvísi og friður og gleði í heilagum anda.
18Tí at tann, sum í hesum tænir Kristi, hann er Gudi væl toknaður og fullroyndur millum manna.
19Latum okkum tí tráa eftir tí, sum fremur frið og felags uppbygging.
20Brót ikki niður Guds verk fyri mats skuld! Alt er av sonnum reint; men tað er tó ilt fyri tí manni, sum etur sær til ástoytingar.
21Tað er beint hvørki at eta kjøt ella drekka vín ella gera nakað, sum bróðir tín stoytir seg á.
22Ta trúgv, sum tú hevur, hav hana hjá tær sjálvum fyri ásjón Guds. Sælur er tann, sum ikki dømir seg sjálvan í tí, sum hann velur.
23Men tann, sum ivast, hann er dømdur, um hann etur, av tí at tað ikki er av trúgv; men alt, sum ikki er av trúgv, er synd.
Hvat er loyvt hjá einum kristnum og hvat er ikki loyvt? Er tað loyvt at eta og drekka tað, sum ein vil? Er tað loyvt mær sum kristnum at gera tað, sum eg vil? Hetta er nakað av tí, sum Paulus her kemur inn á. Tað vóru í jødadóminum á Paulusar tíð nakrir siðir, sum vit í Føroyum ikki kenna til. Her var tað m.a. ikki loyvt einum jøda at eta ávísan mat. Men hetta gjørdi Paulus upp við (Gal 2), tí at slíkir siðir onga meining ella ávirkan hava á tey, sum eru rættvísgjørd í Kristi. Tey eru nevniliga sett frí frá øllum slíkum. Men hetta merkir kortini ikki, at misnýtsla ikki er skeivt. Paulus sigur bara, at matur ongan týdning hevur viðvíkjandi frelsuni. Her er tað bara Kristus, sum hevur týdning. Men tað stendur framvegis fast, at vit eiga at elska Gud av heilum hjarta og næstan sum okkum sjálv. Og viðvíkjandi næstanum eru menniskju nevniliga ymisk. "Alt er mær loyvt; men ikki alt er gagnligt. Alt er mær loyvt, men eg skal ikki lata nakað fáa vald á mær." (1 Kor 6,12) Og her vísir tað seg at vera ymiskt, hvat ið ikki er gagnligt frá menniskja til menniskja. Tað eiga vit at ansa eftir. Eg kann ikki bara gera sum eg vil. Eg eigi at hugsa um, um hetta, sum eg geri, er uppbyggjandi ella niðurbrótandi fyri mín næsta. Eftir stendur síðani: Alt, sum ikki er av trúgv, er synd. Latið okkum gera alt av trúgv.