Sitemap 

Psykoanalysa og átrúnaður

Lagt út hevur Fróði Madsen - 3. oktober 2008
Fái eg tað betur?
Fái eg tað betur? Gevur átrúnaðurin mær nakað? Økir tað mínar møguleikar? Eisini kristindómurin verður dømdur eftir hesum leistum. Um kristindómurin kann brúkast avhongur av um hann kann virkar. Um tað er gott at verða kristin, so er mann ein kristin. Tað finnast eisini tey, ið ikki hava nakran átrúnað. Tey vilja heldur hava loyvi til at liva eitt sunt og frítt lív.
Er tað sunt at verða kristin?
Spurningurin skal helst vendast við og ljóða soleiðis: Er kristindómurin sannur? Men tað kann eisini verða ein trupulleiki í mátanum vit eru kristin uppá. Ja, vit trúgva at kristindómurin er sunnur, trupulleikin er bert, at vit ikki einans eru kristin. Vit eru eisini menniskju og tað er her at kampurin sprettur. Sannroyndin er eisini, at menniskjan ikki dugir at sklija í millum hetta tvíbýti. Um trúgvin er sunn kann avgerast í einari bíbilskari meginreglu: “ Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøks” Ein sunn trúgv kann bjarga einum menniskja frá einsemi og meiningarloysi samstundis sum trúgvin kann hjálpa einum menniskja at liva eitt sunt og mennandi mannalív.
Men hesa sannføring hava ikki øll menniskju. “Opium fyri fólki” “óupfyltur tørvur”. Psykologar, psykiatarar o.o hava verið sannførd um skaðavirkningin hjá kristindóminum. Tá menniskju hava sálarligar trupuleikar og samstundis eru kristin, mátti sjúkan hava átrúnaðarligar orsøkir. “Tann kristni boðskapurin um synd og skuld fremur ósunnar skuldarkenslur, boðskapurin førir til minnilutakenslur, tunglyndi. Tann kristna hugsjónin er óeydnusom”. Soleiðis kundi hildið áfram. Men atfinningarnar hava ikki sloppi at staði einsamallar. Kanningar vísa klárt, at átrúnaður hevur positiv árin á menniskju. Tá persónar gerast sjúkir, er tað ikki kristindómurin, sum hevur skuldina. Kristindómurin gevur menniskjum eitt sannroyndarligt bílæt av skuld og skomm, sum vit longu hava. Og fram um alt vísir ein veg út úr skulduni.
Sigmund Freud
Sigmund Freud er grundleggjari av psykoanalysuni og var upptikin av at kortleggja sálarlívið. Hann var upptikin av hvønn týdning átrúnaður hevði fyri sálarlívið. Hansara kanningar gjørdi hann til ein mótstøðumann ímóti átrúnaði. Tað mesta Freud koma fram til er mann farin burtur frá. Onnur ting eru linka um. Hóast hetta, hevur hann gjørt okkum klókari uppá hvønn týdning sálarlívið hevur fyri persónsmenskuna. Hansara størsta avrik var at vísa á, at mennsikju ofta undurtrykkja skynsemi til frama fyri meira trýstandi ávirkan. Harvið verða týdningarmikilar kreftir skjerdar. Einans við at frígeva hesa kraft kunnu menniskju aftur liva fræls. Tað var hansara sannføring, at átrúnaður hevði sín uppruna í sáluni og at Gud var ein niðurfelling av menniskjaligum fyrimyndum. Fyri at koma hesum nærri brúkti hann dreymar ella “kongavegin til sálardýpi”, sum hann eisini plagdi at kalla dreymar. Hann fann útav at “yviregið” var heimstaðurin hjá átrúnaði. Freud sá átrúnað sum eina drívmegi í menniskjunar hjálparloysi. Freud segði, at tað mennisklju søkja í átrúnaði, er tað sama tey vildu søkt hjá sínum foreldrum. Hansara kjarni var at trúgvin á Gud stóð í vegin fyri fremjing av menningin hjá mannaættini. Tað er undrunarsamt at hugsa sær til, at tað Freud arbeiði ímóti, júst er málið hjá kristindóminum. Freud mælti til, at psykoanalysan avlóysti kristindómin.
Carl Gustav Jung
Jung hevði eisini nakrar eyggleiðingar, men hann kom til heilt annað úrslit enn Freud. Hann segði beinleiðis, at mangar av sjúkunum hjá mannaættini var orsaka av manglandi samband við átrúnað. “Eitt menniskja er ikki heilt, um tað ikki hevur nakaran átrúnað”. Hansara arbeiði snýr seg um tær gudsroyndir og gudsbílæt hansara sjúklingar høvdu. Jung var inni á nøkrum týdningarmiklum tá hann segði at tað ikki altíð kundi skiljast millum Gud og tað ótilvitaða. Religiøsitetur er eisini nakað Jung arbeiði við. Fyri honum kundi religiøsitetur kveikja neurosur. Hesar neurosur vóru ikki bert negativar, men eitt tekin um at okkurt mátti gerast við sálarlívið. Jung er átrúnaðarpsykolog og tískill ikki upptikin av sannleiksvirðinum hjá átrúnaðinum. Jung er ákærdur fyri at psykologisera átrúnaðin. Jung hevði nakrar virðismiklar eygleiðingar av mennsikjaligum religiøsiteti og tann týdning tað hevði fyri alt menniskjaði.
Victor E. Frankl
Frankl er tann av hesum trimum stóru, ið liggur teirri kristnu hugsan nærmast. Frankl leggur dentin á andaligheitina hjá menniskjanum og staðfestur samstundis at tað er her, at menniskjan mennist og búnast. Eftir hansara hugsan er størsti trupulleikin hjá menniskjanum, at tað kann uppliva kensluna av tómleika og mangul uppá meining við lívinum. Sjálvt í líðing finnur hann meining hetta staðfesti hann eftir at hava siti í týningarlegu. Hann fann eisini útav, at tey í yvirlivdu í einari týningarlegu vóru tey, ið høvdu nakað størri at trúgva uppá. Eisini tann kristna trúgvin er fær pláss hjá Victor Frankl. Tann kristna trúgvin hevur lekjandi kreftir fyri menniskju. Trúgvin kann skapa sálarliga javnvág í menniskjanum, tí trúgvin veður fest í ein størri persón.
Upplivingarnar í Auschwitz førdi Frankl fram til, at sjálvt í teimum mest skilaleysari og pínifullari støðu hevur lívð meining og tísklill hevur pínslan eisini meining. Henda úrskurður varð tann grundleggjandi tankin aftan fyri tað Frankl kallaði fyri “Logoterapi”
Viljin til frælsi: Mennsikjan hevur frælsi til at søkja meining við tí tað gerð. Vit hava øll møguleikan at mynda okkara lagnu útfrá teimum rammum og umstøðum vit hava fingið. Sum andaligar verur reagera vit ikki einans útifrá, men vit kunnu sjálvi ávirka okkara framtíð. Vit kunnu velja at vilja.
Viljin til meining: Frankl sær drímegina at velja, sum viljan til at finna meining og seta sær mál. Um vit verða frátikin henda møguleika uppliva vit tómleika og mótloysi og kunnu av hesi orsøk reagera ógvusligt.
Meiningin við lívinum: Lívið hevur meining, óansæð hvussu vánaligt tað sær út. Um vit vita hví vit liva, kunu vit halda mangt út. Um vit ikki finna meiningina við lívinum eru vit í vandi fyri at blíva ørkimlaði. Tann einstaki má verða virkin í sínum egna lívið tvs. ikki verða áskoðari í egnum lívið.
Kristindómur og psykologi
Mong kunnu ikki sameina psykologi og kristindómur. Men hugsa bert um, at Gud er tann størsti psykologurin av øllum. Skriftin er fyrst og fremst upptikin av frelsuni, sjálvt um umsorganin fyri tí einstaka lívið ikki verður gloymt. A. M. Rizutto sigur soleiðis um psykologi og kristindóm: “Tilgongdin hjá báðum pørtum er at hjálpa menniskjum til at verða fræls frá innaru trælkan orsaka av andaligum ófrælsi, sálarligum stríði og byrðuna av einari pínifullari persónligari lívsstøðu. Frælsi er ikki máli í sær sjálvum, men tann sálarligi og andaliga treytin fyri at kunna uppnáa sítt mál sum menniskja. Óansæð um tað er til arbeiðis ella søkjanin eftir Gud”. Psykologiin hevur nakað av tí somu fatan av menniskjanum sum kristindómurin, nevnliga tað at fríða menniskju frá ymiskari trælkan og synd. Psykologiin er ikki áhuga í hvat er sannleiki í gudfrøðiligum høpi, men bert tað ávirkan trúgvin hevur á menniskju, um trúgvin hevur góða ella ringa ávirkan á teir menniskjaligu eginleikarnar. Kristindómurin og psykologiin eru samd um týdningin av at hava eitt gott forhold til ein sjálvan. Sálarlig heilsa er útangsstøði hjá psykologiini, meðan sannleiki og æra til Gud er útgangsstøði hjá gudfrøðini. Vandamikið verður tað einans tá vit ikki kenna mørkini millum hesi bæði. Tvs. at tað skal innlit og vísdómur til at vita hvat hoyrir til hvønn bólk. Tað er nú einaferð soleiðis at viðurskiftini í mannalívinum ofta fløkjast saman hetta inniber, at menniskjalig viðurskifti ofta dekka útyvir andalig viðurskifti og øvugt. Hetta krevur eitt vaki eyga. Skriftin fer ikki niður í smálutir við øllum, tískil síggi eg psykologi sum eitt reiðskap til at hyggja eftir mannalívinum uppá.
Terapi og sálarrøkt
Hugsa vit um sálarrøkt og terapi kunnu vit eisini siga, at tey fylgjast lang á vegis. Ì sálarrøktini verða trupulleikarnir fluttir til Kristus ímeðan terapiin er eitt reiðsskap til at finna hvørjir trupulleikarnir eru. Munurin er tó, at eingin terapi gongd kann seta menniskju fríð. Hetta er uppgávan hjá sálarrøktarinum at vísa veg til Gud. D. Bonhoeffer sigur soleiðis: “Yvirfyri psykologunum er tað mær loyvt at verða sjúkur, yvirfyri einum kristnum er tað mær loyvt at verða ein syndari”
Bólkur: Trúgv
 
Skriva viðmerking
Navn:
 
E-post:
(ikki kravt)
URL:
(ikki kravt)
Viðmerking:
 


 
Útskriva síðuna Send grein Set í favoritar Síðu Rss feed
Bólkar
Sig tína meining um heimasíðuna.  | Fráboða ein feil !

@ 2008, www.kirkja.org.