Lagt út hevur Jonhard Olsen - 16. august 2008

"
54Men tá ið teir hoyrdu hetta, neit tað teimum at hjarta, og teir bitu á kampi móti honum.
55Men hann hugdi upp til himmals, fullur av heilagum anda, og sá Guðs dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guðs.
56Og hann segði: "Sí, eg síggi himlarnar opnar og menniskjusonin standandi við høgru hond Guðs!"
57Men teir skóru í eitt hart róp og hildu fyri oyruni á sær og lupu á hann allir sum ein;
58og teir koyrdu hann út úr staðinum og steinaðu hann. Og vitnini løgdu klæði síni niður við føturnar á einum ungum manni, sum æt Saul.
59Og teir steinaðu Stefan; meðan bað hann og segði: "Harri Jesus, tak tú móti anda mínum!"
60Og hann fell á knæ og rópaði við harðari rødd: "Harri, rokna teimum ikki hesa synd uppí!" Og í tí hann hetta segði, sovnaði hann burtur –" (Áps 7,54-60).
Stefan hevur júst hildið eina talu, har hann ákærdi hitt jødiska ráðið fyri lógarbrot, dráp og mótstøðu ímóti Gudi (Áps 7,51-53). Ráðið helt seg hava rættin á sínari síðu, men í taluni endar tað við, at ákærin verður hin ákærdi. Tað sama hendi, tá ið Pætur og Jóhannes vóru fyri ráðinum (Áps 4,8-12). Pætur ákærdi ráðið fyri at hava dripið Jesus og vrakað Guds útvalda hornastein. Hann ákærdi altso ráðið fyri at hava vrakað Guds son. Tá ið Stefan á sama hátt ákærir ráðið, er tað heldur ikki óvæntað, at Stefan fær eitt brutalt aftursvar.
Í Áps 7,54-60 lesa vit um deyðan hjá hinum fyrsta kristna pínslaváttanum. Her fáa vit bæði vreiðina hjá forfylgjarunum og styrkina hjá hinum forfylgda málaða upp fyri okkara eygum. Og tað hevði verið náttúrligt at hugsað, at fjøldin sjálvandi fekk henda einsamalla mannin beindan av vegnum. Tað sær kanska eisini soleiðis út í fyrsta umfarið, men alt er ikki soleiðis, sum tað sær út til at vera. Her er tað hin forfylgdi, sum vinnur siður á forfylgjarunum og tann, sum doyr, ið veruliga heldur lívið.
Ein seyður mitt ímillum úlvar
Tá ið mótstøðufólkið hjá Stefan hevur hoyrt hann tala, lesa vit, at tað neit teimum at hjarta, og at teir bitu á kampi móti honum (54). Hetta er eisini tað sama, sum hendi, tá ið Pætur og ápostlarnir á øðrum sinni vórðu førdir fram fyri ráðið. Pætur talaði fyri ráðinum um, hvussu Gud hevði reist henda Jesus upp, sum teir høvdu krossfest og at Gud hevði hevjað Jesus upp við sína høgru hond til høvdinga og frelsara. Tá ið teir hoyrdu hetta, neit tað teir í hjartað, og teir ráðløgdu um at drepa teir (Áps 5,30-33). Hetta var altso ein boðskapur, sum fekk fólk til at leggja ráð um at drepa teir, sum boðaðu hann. Hetta er eisini tað, sum Jesus talaði um, tá ið hann segði: "Haldið ikki, at eg eri komin at bera frið til jarðar; ikki eri eg komin at bera frið, men svørð" (Matt 10,34). Støðan, sum Stefan er í, er eitt dømi uppá júst hetta. Nú merkir hann svørðið á sínum egna kroppi.
Tá ið ráðið legði ráð um at drepa Pætur og ápostlarnar, vórðu teir steðgaðir av Gamaliel. Hann segði: "Latið hesar menn vera og sleppið teimum; tí at um hetta ráð ella hetta verk er av monnum, tá verður tað fyri ongum; men um tað er av Guði, tá eru tit ikki mentir at gera tað til einkis. Latið ikki tað verða, at tit eru slíkir, sum stríðast móti Guði!" Ráðið gav Gamaliel viðhald og lat ápostlarnar sleppa (Áps 5,38-40). Umstøðurnar tykjast at vera sera nógv broyttar, tá ið Stefan er fyri ráðinum. Her sæðst einki viðhald til ráð Gamaliels. Her sæðst eingin náði frá ráðinum. Tað, sum vit síggja her, er ein seyð mitt ímillum úlvar (Matt 10,16). Vit síggja ein ræðuligan fíggindskap móti Stefani og harvið eisini kristindóminum sum heild.
Sagaðir sundur sálarliga
Vit lesa, at tað, sum Stefan segði, neit teimum at hjarta. Her verður orðið: diaprio brúkt í hinum grekska tekstinum. Hetta er tað sama orðið, sum eisini verður brúkt í Heb 11,37: "...teir vórðu sagaðir sundur". Her verður sipað til pínslurnar, sum vitnini í Gamla Ísraels fóru ígjøgnum. Á sama hátt er boðskapurin hjá Stefan nú eisini orsøkin til eina ræðuliga sálarliga pínu fyri ráðið og mótstøðufólkið. Teir vórðu sagaðir sundur sálarliga við boðskapinum hjá Stefan. Hetta fylti teirra hjørtu við einari ræðuligari vreiði, tí at Stefan hevði sett so harðliga ímóti teimum, at einki, sum teir søgdu, kundi mótprógva sannleikan í boðskapinum hjá honum. Eisini her eru orðini til Saul galdandi: "Torført verður tær at sláa í píkstavin" (Áps 26,14). Ja, tað er ikki bara torført. Tað er ómøguligt! "Er Gud við okkum, hvør er tá ímót okkum?" (Róm 8,31). Mótstøðufólkið ger sær sjálvum skaða við at søkja at Stefani og harvið eisini Jesusi. Við at sláa í píkstavin og gera mótstøðu ímóti Gudi verður mótstøðufólkið sagað sundur sálarliga. Hetta er eisini ein sjálvfylgja, tí at Bíblian sigur nevniliga, at Jesus er okkara friður (Ef 2,14). Við at gera mótstøðu ímóti Jesusi, vraka menniskju friðin, sum einans finst í Jesusi, og úrslitið er júst hitt mótsætta.
Vit lesa eisini, at tey bitu á kampi móti honum. Tað, at tey bitu á kampi móti honum, er eitt úrslit av vreiðini, sum tey høvdu vegna taluna hjá Stefan. Job sigur: "Vreiði hans slítur meg sundur og eltir meg, hann bítur á kampi móti mær, fíggindarnir hvessa eyguni at mær" (Job 16,9). Og í Sl 112,10 sigur Dávid: "Hin gudleysi sær tað og harmast, bítur saman tenn og fer til grundar..." At bíta á kampi og at bíta saman tenn hevur sama týdning. Fíggindarnir hjá Stefan bitu nú saman tenn vegna teirra vreiði, líkasum óðir hundar. Ja, Stefan er sanniliga ein seyður mitt ímillum úlvar!
Sí, eg síggi himlarnar opnar
"Men hann hugdi upp til himmals, fullur av heilagum anda, og sá Guðs dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guðs. Og hann segði: "Sí, eg síggi himlarnar opnar og menniskjusonin standandi við høgru hond Guðs!"" (55-56). Sjálvt um Stefan er umringaður av fíggindum, sum hóttu hann við lívinum, so er Jesus tó ikki farin frá honum. Hann er við honum í neyðini og gevur honum styrki til at halda út líka til endan. Hann styrkir Stefan við at fylla hann við Heilagum Anda og við at vísa seg fyri honum í einari himalskari sjón.
Í Bíbliuni síggja vit ferð eftir ferð dømi uppá, hvussu hini trúgvandi fáa eina serliga andsfylling, tá ið tey eru stødd í einari serligari støðu. Jesus segði t.d. við sínar lærusveinar: "Men tá ið tey fara við tykkum inn í samkomuhús síni og inn fyri teir, sum ráðið og valdið hava í landinum, tá stúrið ikki fyri, hvussu ella við hvørjum tit skulu verja tykkum, ella hvat tit skulu siga. Tí at heilagi andin skal læra tykkum á somu stund tað, sum tit eiga at siga" (Luk 12,11-12). Og í 5 Mós 33,25 stendur: "Sum dagar tínir skal tín styrki vera!" Stefan fekk serliga styrki til henda síðsta dagin í hansara lívi. Úlvarnir høvdu umringað hann, men við trúnni sá hann, at hann ikki var einsamallur og givin upp til at verða etin av úlvunum. Í síni trúgv kundi hann hyggja forbí úlvarnar og hyggja upp til himmals ístaðin. Og av Guds náði slapp hann eisini at síggja tað, sum hann longu trúði á uttan at síggja. Hann sá Guds dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guds. Hann sá hitt himmalska ljósið, sum Gud býr í.
Hvíldi undir Guds ásjón
Í hesari støðuni leitar Stefan ikki eftir einum útvegi. Vit síggja ikki, at hann roynir at umskilda seg ella flýggja. Hinvegin síggja vit, at hann hyggur upp til himmals. Hann veit, at hesar umstøðurnar, sum hann nú er staddur í, eru einki í mun til tað, sum bíðar honum aftaná líðingina. Og tí vendur hann eyguni frá ræðuleikunum, sum í stundini eru so opinberir. Hann veit jú, at tað er ein sera stórur møguleiki fyri, at hann verður steinaður til deyða vegna sína trúgv og sín vitnisburð, men í hesari ódnini, sum leikar í rundan um hann, hevur hann ein vin at leita til. Tí vendir hann eisini síni eygu til Jesus, og í honum sær hann hitt himmalska ljósið, sum bíðar honum aftaná líðingina. Tí síggja vit eisini her eina menniskju, sum hevur frið, sjálvt um umstøðurnar eru alt annað enn friðarligar. Hetta er líkasum, tá ið Jesus blíðkaði illveðrið á sjónum. "Og sí, tá varð harðveður á vatninum, so at báturin fjaldist av aldunum; men hann lá og svav" (Matt 8,24). Hvussu ber tað til, at Jesus kundi liggja og slanga sær umborð á bátinum, meðan illveðrið leikaði í rundan um hann? Hvussu kundi hann hava frið, meðan alt var so ófriðarligt rundan um hann? Jú, tað kundi hann, tí at hann hvíldi undir Guds ásjón. Hetta er eisini tann hvíldin og tann friðurin, sum Stefan við trúnni hevur fingið lut í. Umborð á bátinum rópaðu lærusveinarnir: "Harri, bjarga okkum! Vit ganga burtur!" Men Jesus segði við teir: "Hví eru tit ræddir, fátrúnu menn!" (Matt 8,25-26). Eftir røttum áttu lærusveinarnir ikki at óttast, tí at Gud var við umborð á bátinum. Og tá ið Gud er við umborð á bátinum, hava vit einki at óttast. Tá kann illveðrið leika í so galið, sum tað vil, men tað vikar ikki friðin, sum vit eiga í Jesusi.
Jesus sigur í Jóh 14,27: "Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!" Vit hava nú fingið friðin hjá Jesusi. Hetta er ikki nakar svikaligur friður frá heiminum, sum vit hava fingið. Hetta er hansara friður. Hetta er tann friðurin, sum hann hevði við sær umborð á bátin. Henda friðin kunnu vit nú eisini taka við umborð á okkara bát. Og sjávlt um illveðrið leikar í, kunnu vit slanga okkum á dekkinum, líkasum Jesus, tí at vit hvíla undir Guds ásjón. Hetta er eisini tann friðurin, sum Stefan hevði mitt í úlvaflokkinum. Vit hoyra hann ikki rópa í ótta, líkasum lærusveinarnir gjørdu úti á sjónun. Her var ikki talan um at ganga burtur í illveðrinum, tí at Stefan hevði friðin í Jesusi, og tí livdi hann eisini undir einum opnum Himli. Hetta verður eisini staðfest við vitnisburðinum hjá Stefan: "Sí, eg síggi himlarnar opnar og menniskjusonin standandi við høgru hond Guðs!"
Jesus reisir seg upp á føtur
Sjónin, sum Stefan hevur, undirstrikar hin kristna uppreisnarboðskapurin. Hann segði nevniliga við ráðið, at teir høvdu svikið og dripið hin lovaða Messias (52). Jødarnir høvdu, í sínari mótstøðu ímóti Gudi, tikið lívið av lívsins høvdinga. Men av tí, at Jesus var lívsins høvdingi, reisti Gud hann eisini upp frá deyðum (Áps 3,15). Hetta vitnar Stefan nú um. Jesus livir og stendir við Guds høgru hond. Í hvítusunnurøðuni hjá Pætur lesa vit, at Jesus situr við høgru hond Guds (Áps 2,34). Her siterar Pætur Sl 110,1, har tað stendur: "Harrin segði við harra mín: "Set teg við høgru hond mína, til tess at eg fái tínar fíggindar lagt sum eina fótskør undir føtur tínar." Og í okkara trúarjáttan siga vi, at Jesus situr við høgru hond Guds faðirs, hins alvalda. Hví sigur Stefan so, at hann sær Jesus standa við Guds høgru hond? Hetta undirstrikar eftir øllum at døma tað, at Jesus nú reisir seg upp á føtur fyri at taka ímóti sínum pínslavátta. Soleiðis varð Stefan uggaður. Gud var við honum, sjálvt um øll onnur vóru ímóti honum. Og hansara frelsari stóð klárur til at taka ímóti honum.
Menniskjusonurin
Stefan kallar Jesus fyri menniskjusonin. Henda orðingin finst annars bara í evangeliunum. Hetta er eisini tað einasta staðið í øllum Nýggja Testamenti, har henda orðingin verður brúkt av einum øðrum enn sjálvum Jesusi. Í evangeliunum brúkar Jesus hesa orðingina til at lýsa seg sjálvan. Jesus kallar altso seg sjálvan fyri menniskjusonin (sí Matt 8,20; 9,6; 10,23).
Henda orðingin var ikki heilt ókend fyri jødarnar. Teir knýttu menniskjusonin saman við vónina um Guds ríki. Í Dán 7,13-14 stendur nevniliga skrivað: "Og eg fekk aftur at síggja í náttarsjónum, og sí, á skýggjum himinsins kom ein, ið líktist mannasyni. Hann nærkaðist honum, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri hann. Og honum var givið vald og tign og ríki; honum skulu tæna allar tjóðir av øllum londum og tungumálum; vald hans er ævigt vald, ið ikki man vikast, og ríki hans kann aldri farast." Her lesa vit, at Gud gevur menniskjusoninum vald og tign og ríki. Hann fær harradømið yvir øllum heiminum. Men tað er eysæð, at jødarnir ikki sóðu Jesus sum henda menniskjusonin, tí at teir krossfestu hann. Omaná hetta kundu teir eisini lesa í 5 Mós 21,22-23: "Tá ið maður ger seg sekan í deyðasynd, og hann hevur latið lív, og tú heingir hann upp í træ, tá skalt tú ikki lata likam hans hanga alla náttina uppi í trænum; men tú skalt jarða hann sama dagin; tí at hvør tann, ið hongdur er, er bannaður av Guði..."
Jødarnir sóðu ikki Jesus sum Menniskjusonin, men sum ein gudsspottara, ið hevði gjørt seg sekan í deyðasynd. Og hesin maðurin kundi ómøguligt vera hin lovaði Messias, tí at so hevði Hann ikki endað sínar dagar við at verða krossfestur og bannaður av Gudi. Men hetta er nevniliga tað, sum hendi. Jesus varð gjørdur sekur til deyða fyri allar heimsins syndir. Hann varð gjørdur til synd okkara vegna (2 Kor 5,21). Og Bíblian sigur, at løn syndarinnar er deyði (Róm 6,23). Og tí doyði Jesus eisini á krossinum undir Guds banning. Tað var bara soleiðis, at Hann kundi frelsa okkum. "Okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót" (Jes 53,5). Menniskjusonurin var altso slettis ikki soleiðis, sum jødarnir høvdu ímyndað sær. Teir høvdu ikki ímyndað sær ein slíkan líðandi tænara sum Jesus. Men tað var nevniliga ígjøgnum líðing, kross og deyða, at Menniskjusonurin vann okkum frelsu og ævigt lív.
Upprunin til orðingina: Menniskjusonurin er altso Dán 7,13. Her lesa vit um ein himmalskan Menniskjuson, sum kemur á skýggjum himinsins og sum fær valdið yvir øllum heiminum av Gudi sjálvum. Og tað var eisini soleiðis, Jesus lýsti seg sjálvan, tá ið Hann var frammi fyri Kaifasi. Jesus segði: "Frá hesi stund skulu tit síggja menniskjusonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma í skýggjum himmalsins." Tá skræddi høvuðspresturin klæði síni og segði: "Hann hevur spottað Guð! Hvat nýtist okkum nú fleiri vitni? Sí, nú hava tit hoyrt spottanina. Hvat halda tit?" Men teir svaraðu og søgdu: "Hann er sekur til deyða." (Matt 26,64-66). Jesus varð altso dømdur til deyða fyri sín egna vitnisburð. Hann segði beint út, hvør Hann var. Hann segði, at Hann var sonur Guds. Hann segði, at Hann var Menniskjusonurin, sum skuldi koma á skýggjum himmalsins. Men hesin vitnisburðurin varð vrakaður. Hinvegin varð Jesus ákærdur fyri at spotta Gud.
Orðið: Menniskjusonur fær okkum fyrst og fremst at hugsa um eina menniskju. Sonurin til eina menniskju er jú eitt menniskja. Men sambært Dán 7,13 síggja vit eisini, at talan ikki er um eina heilt vanliga menniskju. Menniskjusonurin sipar eisini til ein persón, sum hevur himmalskan uppruna. Soleiðis síggja vit, at henda orðingin sipar bæði til Jesus sum menniskju og Jesus sum Guds son. Hann er bæði fullkomin Gud og fullkomin menniskja. Menniskjusonurin er altso ikki bara eitt eiti. Tað er eisini ein týdningur handan navnið.
Tá ið Stefan sigur, at hann sær Menniskjusonin standandi við høgru hond Guds, tá játtar hann fyri tað fyrsta, at Jesus er hin himmalski Menniskjusonurin. Men fyri tað næsta, so liggur eisini ein ákæra í hesari orðingini, tí at jødarnir høvdu jú dømt og krossfest Jesus. Og um Hann veruliga er Menniskjusonurin, so hava jødarnir harvið eisini dømt og krossfest Guds egna son.
Stefan verður steinaður
Hetta hevði sjálvandi álvorligar fylgjur fyri Stefan. Hann doyði enntá sum pínslavátti fyri henda boðskapin. Tá ið ráðið hevði hoyrt tað, sum Stefan segði, lesa vit, at "teir skóru í eitt hart róp og hildu fyri oyruni á sær og lupu á hann allir sum ein; og teir koyrdu hann út úr staðinum og steinaðu hann" (57-58). Tað, at limirnir í ráðinum rópa og halda fyri oyrini, sipar til at teir ikki vildu hoyra henda boðskapin. Teir mettu hetta at vera gudsspottan. Men vreðin, sum tykist at tendrast á ein serligan hátt, júst tá ið Stefan hevur nevnt Menniskjusonin, vísir okkum eisini, at orsøkin til deyðan hjá Stefan slettis ikki var, at hann hevði talað móti lógini ella templinum. Harímót sær tað út til, at teir vóru í øðini, tí at Stefan boðaði tann Jesus, sum teir jú høvdu dømt sum gudsspottara. Og tá ið Stefan sigur, at hann sær Jesus standandi við høgru hond Guds, tá vendir hetta um uppá tað heila, soleiðis at ákærin brádliga verður hin ákærdi. Hetta ger nevniliga ráðið til gudsspottarar, tí at teir høvdu krossfest Jesus.
Saul
"Og vitnini løgdu klæði síni niður við føturnar á einum ungum manni, sum æt Saul" (58). Her verður Saul/Paulus nevndur fyri fyrstu ferð í Ápostlasøguni. Leiklutin hjá honum viðvíkjandi steiningini av Stefan fortelur hann sjálvur um í Áps 22,20: "Og tá ið blóðið av Stefani, vitni tínum, varð úthelt, var eg har hjá staddur, og eg hevði góðan hugnað í tí og ansaði eftir klæðunum hjá teimum, sum tóku hann av lívi."
Saul var glaður fyri, at Stefan varð steinaður, tí at hann helt, at hetta var rætt og at tað tænti Guds vilja. Hetta er eisini tað, sum Jesus hevði nevnt fyri ápostlunum. "Teir skulu koyra tykkum út úr samkomuhúsunum; ja, tann stund kemur, tá ið hvør tann, sum drepur tykkum, skal halda, at hann veitir Guði eina dýrkan. Og hetta gera teir, av tí at teir hvørki kenna faðirin ella meg" (Jóh 16,2-3). Saul hevði góðan hugnað í steiningini av Stefan, tí at hann kendi ikki tann Gud, sum hann helt seg kenna. Hetta viðgongur hann eisini seinni, tá ið hann heldur varnarrøðu fyri Agrippa kongi. Hann sigur: "Eg fyri mín part helt, at eg átti at gera nógv ímót navni Jesu úr Nasaret, sum eg eisini gjørdi í Jerúsalem, og eg koyrdi mong av hinum heilagu í fangahús, tá ið eg hevði fingið fullmakt frá høvuðsprestunum at gera tað; og tá ið tey vórðu tikin av lívi, gav eg mína atkvøðu til tess..." (Áps 26,9-10).
Vit lesa eisini í Áps 8,1, at ein stór atsøkn móti kirkjuliðinum byrjaði akkurát tann dagin, tá ið Stefan varð steinaður og Saul stendur á odda fyri hesari ræðuligu atsøknini. Vit lesa, at "Saul fór illa við kirkjuliðinum; hann fór hús úr húsi og dró haðan bæði menn og konur og koyrdi tey í fangahús" (Áps 8,3). Men henda atsøknin riggaði ikki soleiðis, sum Saul hevði vónað, tí at vit lesa, at "tey, sum nú spjødd vóru umkring, fóru víða hvar og boðaðu orð gleðiboðskaparins" (Áps 8,4). Tað, sum skuldi gera enda á kristindóminum, brúkti Gud sum eitt springbretti út til fólkasløgini uttanfyri Jerusalem. Gleðiboðskapurin kundi ikki verða steðgaður, tí at eingin kann gera enda á tí, sum Gud hevur sett sær fyri at gera. Og Hann hevur jú sett sær fyri, at náa øll fólkasløg við sínum gleðiboðskapi. Hetta er eisini orsøkin til, at ein av teimum størstu forfylgjarunum av kristindóminum játtar og sigur: "Tá ið eg í hesum ørindum var á ferð til Damaskus við fullmakt og umboði frá høvuðsprestunum, sá eg, kongur, mitt um dagin á veginum eitt ljós av himni, sum var bjartari enn sólarljómin, lýsa um meg og teir, sum vóru í ferðini við mær. Og tá ið vit allir fullu til jarðar, hoyrdi eg eina rødd, sum segði við meg á hebráiskum máli: "Saul, Saul, hví søkir tú at mær? Torført verður tær at sláa í píkstavin." Men eg segði: "Hvør ert tú, Harri?" Men Harrin segði: "Eg eri Jesus, sum tú søkir at..." (Áps 26,12-15).
Hini síðstu orðini
Tá ið Stefan varð steinaður uttanfyri býðarportrið í Jerusalem vóru hansara síðstu orð: "Harri Jesus, tak tú móti anda mínum!" Og hann fell á knæ og rópaði við harðari rødd: "Harri, rokna teimum ikki hesa synd uppí!" Og í tí hann hetta segði, sovnaði hann burtur –" (59-60). Á krossinum rópti Jesus eisini: "Faðir, í tínar hendur gevi eg anda mín!" (Luk 23,46). Upprunaliga standa hesi orðini í Sl 31,6: "Tær í hond gevi eg anda mín." Og tað er møguligt, at henda bønin var ein partur av hinari jødisku kvøldbønini. Og tá ið henda bønin verður biðin áðrenn náttarsvøvnin, tá hevur henda bønin tann týdning, at man leggur seg yvir í Guds hendur. Men tá ið Jesus og Stefan siga tað, sipar hetta til, at Gud má taka sær av teimum, nú ið teir skulu sovna inn í deyðan.
Áðrenn Stefan doyr, sigur hann eisini: "Harri, rokna teimum ikki hesa synd uppí!" Á krossinum sigur Jesus eisini: "Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!" (Luk 23,34). Hetta er bønin hjá einum, sum doyr í Guds favni. Hann sær, at syndirnar ikki bara verða gjørdar ímóti honum, men at tær verða gjørdar ímóti sjálvum Gudi. Og sum eitt satt Guds barn, sum hevur møtt Guds stóru náði, biður Stefan nú fyri teimum, sum drepa hann. Hann sær jú, at hansara drápsmenn hava akkurát líka nógv brúk fyri frelsuni í Jesusi, sum hann sjálvur hevur. Við hesari bønini á tunguni, sovnar Stefan síðani burtur. Og tá ið vit lesa, at Stefan sovnaði burtur, sipar hetta eisini til, at hann skal vakna aftur. Deyðin er ikki endin hjá teimum, sum eiga hina livandi vónina í Jesusi. Stefan sovnaði sælur burtur, tí at hann visti, at hann skuldi vakna uppaftur har heima hjá Gudi og hjá honum, sum stendur við Guds lið. Hetta var vónin, sum Stefan livdi og doyði uppá. Og hetta er vónin, sum eisini tú og eg kunnu liva og doyggja uppá.